Føroyska ullin hevur tað heilt ok
60% vøkstur í innkomnari ull
Í fleiri ár hevur retorikkurin verið, at føroyingar ikki leggja í ullina, og at vit bert gagnnýta ein triðing av ullini í landinum. Vit (og útlendingar við) eru fóðraði við søgum um at føroyska ullin ikki verður virkað, men heldur verður brend.
Rætt er, at enn verður nógv ull brend her á landi, men tølini eru viðvend, tí seinastu seks árini hevur ein munandi vøkstur verið í mongdini av ull sum Búnaðarstovan hevur tikið ímóti – heili 60% vøkstur. Enn meira áhugavert er tað, at hesi tøl ikki siga alla søguna. Veruleikin er, at væl meira av ullini verður gagnnýtt enn tað, ið tølini frá Ullarinnsavningini hjá Búnaðarstovuni siga. So hóast myndin niðanfyri sigur, at 56% av ullini kom inn í ár, so er talið helst nærri 60%, og tað er nú ein onnur søga, enn tann vit ganga og fortelja okkum sjálvum og øðrum.
Í tíðarskeiðnum frá 10. juli til 22. august í ár tók Búnaðarstovan ímóti ull. Tikið verður ímóti ull tríggjar dagar um vikuna í tíðarskeiðnum. Hetta er nøkunlunda sama tíðarskeið, at tikið verður ímóti ull á Búnaðarstovuni á hvørjum ári, og hevur verið tað síðan 2018. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at bøndur lata inn royttu ullina í sekkir. Krøv eru til ullina, og lønt verður eftir góðskuni.
Trýst á myndina og hon letur seg upp í nýggjum vindeyga
Á Búnaðarstovnuni er eitt ullartoymi, ið tekur sær av ullarskiljingini. Joana Bjarnastein hevur ábyrgd av ullartoyminum, og hevur havt tað øll hesi nevndu ár. Tað er hon sum tekur sær av upplæringini og hevur yvirskipaðu stýringina. Hon greiðir mær frá mannagongdini, tá ullin verður skild. Øll innkomna ullin hjá hvørjum bónda sær verður fyrst viga og skrásett. Byrja verður altíð á berum, tvs. at sekkirnir eru tómir, og eingin onnur ull er á skiljiborðinum tá farið verður, til dømis, undir at skilja ullina úr Hesti. Ullin verður løgd á borðið, og so byrjar góðsku skiljingin.
Ull við skræpu verður klipt frá og vrakað. Ull sum er illa tøvd, ofta er tað uppi á rygginum, verður klipt frá og løgd í 2. flokk. Um hálsin er ofta nakað av mosa, og er tað nógv, so viðførir tað eisini at tað verður vrakað.
Eftir at ullin er kannað frá innsíðuni, verður hon vend og so verður hugt eftir um málinga plettir og líknandi er á, sum eisini verður vrakað. Vát ull kann ikki brúkast, so er ullin vát verður hon umgangandi vrakað. Tá alt hetta ymsa, ið kemur undir annan flokk ella vraka, er skilt frá, verður mett um og skilt í litir. Tað eru 5 høvuðslitir; hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt og myrkamorreytt/svart, og so er ein sætti litur, ið kallast flekkut. Rótin er í høvuðsheitum hon, ið definerar litin. Tá komið er ígjøgnum alla ullin hjá bóndanum, verða ymsu flokkarnir vigaðir, og bóndin kann avroknast samsvarandi. Ullararbeiði á Búnaðarstovni er sæson arbeiði. Arbeitt verður dagliga frá ullarinnsavningin byrjar og áleið til áleið hálvan september. Hvussu nógv fólk eru í ullartoyminum ávirkar sjálvsagt hvussu nógv ull verður skild hvønn dag, men metingin hjá Joanu er, at tað er áleið 800 kilo.
Fyri ull í fyrsta flokki verða 10 krónur latnar fyri kilo, meðan hálvonnur króna verður latin fyri kilo av ull bólkað í annan flokk. Báðar upphæddir eru íroknað mvg. Síðsti flokkur er vrakað ull, sum einki verður latið fyri.
Talan er sostatt ikki um nógvan pening, ið bóndin fær fyri ullina, so prísurin eggjar ikki júst bóndan at lata ullina til Búnaðarstovuna – serliga um ullin skal flytast langt, t.e. bæði um talan er um langa farleið, ella um hon skal berast úr fjarskotnum haga. Øll fáa somu upphædd, óansæð transportleið, so um ullin er roytt í Dali, Hattarvík, Hesti, Hósvík ella Hvalba, so fær bóndin júst tað sama fyri fyrsta og annan flokk. Helst er tankin, at øll skula vera líka fyri lógini, men her er mín persónliga niðurstøða púra greið – skula vit viðfara øll eins, muga vit viðfara øll ymiskt. Tað má vera minni freistandi at ferðast við 100 kilo av ull úr Dali, gjøgnum Sandoyartunnilin og til Kollafjarðar enn úr Hósvík, har leiðin er væl styttri. Fyri ikki at tala um at heysa 100 kilo ull umborð á Rituna, sum liggur óstill við kai í Hattarvík, og so fáa hana turt og trygt til Kollafjarðar. Politiskur vilji hevur verið at skipa ullarinnsavning í Suðuroy, umframt í Kollafirði, og tí hava tey, tvey seinastu árini, skipa fyri tveimum innsavningardøgum í Suðuroy.
Men hóast prísurin fyri ullina er lágur og heldur ikki er broyttur síðan 2018, so er ein støðugur vøkstur í mongdini av ull, ið er latin Ullarmóttøkuni. Hetta kann eg bert lesa sum, at áhugin fyri ullini er vaksandi – og tað frøir meg nógv. Tað liggur nógv arbeiði hjá bóndrum at fáa ullina til Búnaðarstovuna. Eitt er sjálv roytingin, og at fáa tað roknistykki at ganga upp. Er rættin langt frá vegi, er tað eisini stórt arbeiði at fáa ullin flutta, so at hon kann flytast víðari. Ullin skal vera turr, og gjarna eisini skild so mikið at ull sum alíkavæl verður vrakað ikki endar í sekkunum. Og so skal hon fáast turr á Búnaðarstovuna. Og aftur, lítið verður latið fyri ullina, so tað eru nógvir bøndur ið gera meira fyri at fáa ullina víðari í skipanini enn vit geva teimum kredit fyri. Tí vóni eg eisini, at søgurnar um at vit ikki leggja í ullina – brúkarar sum bøndur – verða avmarkaðar nú. Ikki minst tí at hetta kann vera sera demotiverandi og støðga góðu gongdini.
Nú eg áhaldandi nevni, at tað illa loysir seg at lata ullina inn, skildi eg eisini at siga, at talan heldur ikki er um yvirskotshandil hjá landinum. Hyggja vit reint fíggjarliga at tí, so eru útreiðslurnar av ullarmóttøkuni størri enn inntøkurnar frá ullarsøluni. Men eins og við ullini, so eru fleiri nuansur. Ullin er partur av seyðahaldinum, og so leingi vit hava seyð er tað okkara skilda at taka okkum av ullini eisini – ikki minst tá vit hugsa um umhvørvi og tað (ómetaliga góða) nattúrliga tilfeingi sum vit hava við henni. Og so ikki at tala um mentanarliga virði og tað menniskjaliga gagn hon gevur.
Alt veksur í virðið, uttan tín løn
Linjumyndin niðanfyri vísur gongdina seinnu seks árini; frá hvussu nógv er komið inn til hvussu nógv er vrakað. Her er eisini ein svørt linja, ið gongur beint tvørturum. Hetta er mongdin á ull í Føroyum. Ikki ber til at siga neyvt, hvussu nógv ull er í landinum, men vanliga verður sagt, at tað eru 70.000 áseyðir, og tá tað er hesin sum verður royttur á sumri, so er tað hetta tal sum liggur til grund. Sagt verður eisini, at tað í miðal er 1 kilo av ull á hvørji ær, og soleiðis verða 70.000 áseyðir til 70.000 kilo ull. Eins og alt annað, so er eisini sveiggj her. Hevur talan verið um fellisár, ella hevur ein bóndi tilætla minkað um áseyðatalið, so er tað nakað ið ávirkar samlaða talið, men ikki nakað sum framgongur í hesum metta samlaða tali.
Myndin vísir, at tað eru sveiggj hesi seks árini, men hon vísir eisini ein greiðan vøkstur. So mikil er vøksturin, at tað frá 2019 til 2025 er ein vøkstur í innkomnari ull á heili 60%.
Góða gongdin
Trýst á myndina og hon letur seg upp í nýggjum vindeyga
At eg ikki havi tikið 2018 við, er orsakað av, at eingin ullarinnsavning var í 2017, og sostatt er ógvuliga sannlíkt, at tað, sum kom inn í 2018, er frá bæði 2017 og 2018. Tað er sostatt hugsandi, at tølini fyri 2018 ikki eru eins ‘rein’ og tølini fyri 2019 – 2025.
Fyri tað mesta spyrja vit til reyðu linjuna. Men heldur er tað tann grøna linjan, ið sigur hvussu nógv av teirri føroysku ullini verður gagnnýtt. Grøna linjan er jú fyrsti flokkur, og tann ullin sum verður seld víðari til m.a. tógvframleiðarar. Hvørjar eru so okkara suksemátingarnar? Tað kann tykjast sum at eg haldi at tað er at grøna linjan er ájøvn svørtu. Og við tíðini hevði eg eisini ynskt tað, men her og nú er viktugt at tað sum kemur inn eisini fer útaftur – verður selt og brúkt. Tað góða í ár er, at øll ullin varð seld, og til føroyskan framleiðara eisini.
Tá skuggatøl eru jalig
Fyrst vil eg nerta við stuttu linjuna. Reyða linjan vísir, hvat er innkomið á Búnaðarstovuni, meðan appelsingula linjan tekur tað leysa við. Hvat er so tað leysa?
Seinnu árini hava nógv átøk verið gjørd ullini at frama. Vit hava fingið eitt vaskarí í Suðuroy, (Vesturgarður) sum tekur nógva ull uttanum Búnaðarstovuna og brúkar hana bæði til at gera tógv og til at framleiða vøru burturúr. Spinnaríið við Ánna í Skopun er eitt annað framúr átak. Spinnaríið spinnir ull bæði til egið tógv, men umframt tað, spinna tey eisini tógv fyri bøndur í Føroyum, sum koma við egnari ull.
Í fjør keypti Spinnaríið við Ánna stóran part av ullini, sum tey brúktu til egið tógv, frá Búnaðarstovuni, og tann ullin er sostatt ikki við í 'tí leysa' í 2024, men tey brúktu eisini av egnari ull, sum ikki hevði verið á Búnaðarstovuni, so hon er við í tí leysa. Í fjør lótu nakrir garðar ullina hjá sær til Spinnaríið at spinna heldur enn at selja hana til Búnaðarstovuna. Men í ár eru tað enn fleiri garðar og bøndur, ið hava fingið hug at gera egið tógv at selja sum eitt meirprodukt til ferðafólk og føroyingar. Onkur av hesum plagdi at lata ullina inn á Búnaðarstovuna – og soleiðis vóru teirra tøl partur av tí reyða í 2024, men ikki í 2025. Men tað eru eisini teir, sum áður brendu ullina, sum nú gera egið tógv. Hesi tølini frá bøndrum, sum senda ullina til Skopunar at spinna, skulu leggjast afturat samlaða talinum.
Summi ár eru betur enn onnur, og tað vil so vera, tí tað er ikki bert viljin og hugurin hjá bøndrum, sum ávirkar, hvussu nógv ull kemur inn. Veðrið hevur eisini sína ávirkan. Um enn ikki einsamalt, so hevur veðrið eisini stóra ávirkan á, hvussu stórt gloppið er millum reyðu og grønu linjuna. Men aftur til veðrið um eina løtu.
Harumframt er tað ullin, sum verður latin Spinnarínum í Klaksvík, ið eisini er ull sum verður gagnnýtt, men sum ikki sæst í tølunum hjá Búnaðarstovuni. Enn er Spinnaríið í Klaksvík ikki fult virkandi, tvs. tógv verður ikki framleitt í Klaksvík á sama hátt sum í Skopun. Tó spælir Spinnaríið í Klaksvík ein stóran leiklut. Stórt arbeiði verður lagt í at læra føroysku ullina at kenna og deila hesa vitan, bæði til føroyingar og útlendingar. Skipað verður javnan fyri skeiðum og undirvísing og rokkarnir ganga væl. Fleiri og fleir hava fasta gongd á spinnarínum, har tey læra at gera egið tógv, og tað er eisini týdningarmikil liður í at fáa gagnnýtt ullina.
Omanfyrinevndu tølini fevna um seinastu tvey árini, men í 2022 og 2023 var ein annar aktørur, ið eisini keypti føroyska ull, nevnliga Nordic Wool Factory, ella Francesco í Elduvík, sum hann eisini hevur verið nevndur. Francesco byrjaði at spinna føroyska ull í 2020, men tað er ikki eydnast mær at fáa neyv tøl fyri, hvussu nógva ull hann keypti. Bøndur, sum hava selt til hansara meta, at hann í 2022 og 2023 keypti áleið 1,5 tons av ull (ella meira), sum hann gagnnýtti og gjørdi til tógv ella pløgg. Francesco keypti ikki ull frá bøndrum í 2024 ella í ár. Onkur teirra, sum seldi til Francesco hesi árini, hevur síðan selt ullina til Búnaðarstovuna, meðan aðrir ikki hava gagnnýtt ullina, men brendu hana. Júst hvussu nógv Francesco lat fyri ullina, veit eg ikki, men sannlíkt hevur tað lønt seg betur, ella verið meira lokkandi, enn at lata hana á Búnaðarstovuna, eftirsum at onkur hevur valt bálið sum betra alternativið eftir at Francesco gavst. At Francesco avheintaði ullina á gørðunum, og sum skilst eisini hevur stungið hana upp, hevur uttan iva verið ein stórur fyrimunur, sæð við bóndans eygum, tí higartil havi eg ikki møtt bónda, ið ynskir at ullin skal fara til einkis.
Umframt tøl frá Búnaðarstovuni, havi eg verið í samband við hesar áðurnevndu aktørar, ið gagnnýta føroyska ull, sum ikki er skrásett á Búnaðarstovuni. Eg kenni av góðum grundum ikki øll, sum spinna til privata nýtslu, og eisini eru bøndur, ið hava latið ull til Spinnaríið við Ánna, sum ikki eru alment kendir. Hvat endaliga talið er, kann eg tí ikki siga við vissu, men Dorthea á Búnaðarstovuni og eg hava roknað okkum fram til, at umframt hesi 39,5 tonsini av ull, ið eru innkomin, so eru tað í minsta lagi 1,5 tons onnur ull, alt fyrsti flokkur, ið er komin til hølvdar og í umferð í 2025. Altso íalt 41 tons, og soleiðis meta vit, at í minsta lagi 58,6% av samlaðu ullini í Føroyum er komin til hølvdar.
Innskotni setningurin um at tað er ull í fyrsta flokki sum er ’tað leysa’ er viðkomandi viðmerking. Tí tá bóndi letur ull til Spinnaríið við Ánna, so vilja tey mest sannlikt hava skilt ullina áðrenn, so bara tað sum kann brúkast verður sent til Skopunar. Bóndin betalir fyri at fáa tógvið gjørt og tí vil bóndin gera sítt til, at ullin sum ferð suður er góð, tí sum sagt verður ’tú kanst gera ringt og gott tógv úr góðari ull, men tú kanst ikki gera gott tógv úr ringari ull’. So at gjalda fyri ávíkavist at fáa tey á spinnarínum at skilja tað ringa frá ella at fáa tey at framleiða egið tógv úr ringari ull vildi verið heldur bíttisligt. Hjá Vesturgarði og í Spinnarínum í Klaksvík er tað somuleiðis fyrsta flokks ull ið verður løgd til viks at virka. At enda eru tað tey ið spinna privat – eisini tey leggja seg eftir bestu ullini. Ofta er ullin sum verður brúkt til hondspinning ikki bara fyrsti flokkur, men tann serliga góða ullin. So alt í alt, í tí leysa er hvørki vrakað ull ella annar flokkur.
At enda eru tað tey, ið hondspinna, og eisini her er rákið ullini at frama. Hóast tað ikki er nýtt at fólk goyma til egna privata nýtslu, so bendir alt á, at tað ongantíð hevur verið so væl umtókt í nýggjari tíð, sum beint nú, at spinna, og væntast kann at tað bara fer at vaksa enn meira komandi árini.
Rákið, at fólk eru farin at spinna privat, merkist eisini í Danmark hjá fyritøkuni Skytten, ið selur útgerð til ullarvirking. Tey siga, at tað merkist væl, at eftirspurningurin er vaksin munandi, eisini millum føroyingar, ið bíleggja frá teimum. Rákið sæst eisini longur úti í verð, og eftirspurningurin frá útlendingum eftir føroyskari ull at spinna er eisini vaksin.
Veðrið ávirkar bæði, hvussu nógv ull verður roytt, og hvussu nógv av teirri royttu ullini er verd at lata inn. Er várið gott og gróðurin kemur tíðliga, er seyðurin sjálvsagt betur fyri fyrr. Og tá seyðurin hevur tað gott, byrjar hann at kasta ullina. Í roynd og veru átti roytingini at verið tilpassa nær seyðurin byrjar at kasta ullina, men veruleikin er, at roytingin skal fáast at passa inn í ein longu fullan kallendara, umframt at veðrið má vera til at fara á fjall. So um veðrið ikki er til vildar, tá vanliga verður farið á fjall, og seyðurin skal roytast, so fer seyðurin annaðhvørt at kasta ullina heilt, tvs. hon verður til lesull, sum sløðist í haganum, ella hon loysnar so mikið frá kroppinum, at hon bara liggur á seyðinum. Tá tøvist ullin, og hon verður virðisleys. Besta ullin er livandi, og mest optimala tíðspunkti fyri ullina at verða roytta, er tá tað passar við filingina.
Flestu munna minnast apríl og mai 2025 fyri góða veðrið, meðan juli mánaði var heldur vátur. Júst henda samanseting er ikki góð fyri ullina. Nógvir bøndur siga frá, at ullin var ill tøvd omaná, og sostatt ikki nøktandi at lata inn. Eisini vóru fjøllini gingin væl seinni í ár, enn optimalt hevði verið. Tað frættist um fleiri fjøll, sum vóru gingin so seint sum í august. Tá er ikki altíð so nógv at heinta, tí nógv av ullini liggur eftir í haganum.
Eg tosaði við Veðurstovu Føroya um veðrið seinastu trý árini, og hvussu tað sampakkaði við ullatølini. Talan var um eina ófyrireikaða telefonsamrøðu, so tað er við øllum hugsandi fyrivarni, at hetta verður skrivað. Men at nógv ull kom inn í 2024, kom ikki óvart á veðurmannin, netupp tí at juli ikki var so vátur sum í ár. Gróðurin í 2024 var eisini betur enn í ár og 2023, so allar fortreytirnar vóru til staðar – hóast tað eisini var neyðugt at sikta millum ælini í 2024 – sum helst flestu ár. Sum vit helst øll vita, so er tað eisini ein spurningur um, hvar í landinum hagin er. Eitt nú var liggjandi eysturætt í 2023, sum gjørdi tað væl høgligari vestantil í landinum, meðan tað ikki var eins gott eystantil. Tí kann hugsast, at tað hevur verið frægari at roytt í Vágum og á vestaru síðu á Streymoynni, enn tað var í Norðoyggjum.
Tað kundi verið áhugavert at gjørt eina veruliga greining, eitt granskingar projekt, har man valdi út nakar hagar, sum liggja ymiskt fyri í landinum, tvs. hagar sum vera meir og minni ávirkaðir av teimum ymsu ættunum, og kannaði hvønn haga sær og hugdi bæði at vælveruni hjá seyðinum, ullaúrtøkuni og veðrinum heilt neyvt.
Veðrið má sær sjálvum ráðað
5 litir og ein afturat
Hvørjir litir koma inn, er í høvuðsheitum tengt at, hvør letur ull inn. Summir hagar eru hvítari enn aðrir, summir meira fleirlittir og aðrir meira flekkutir. Í ár var helvtin av ullini ávikavist hvít og ljósagrá, meðan tað ljósamorreyða, aftur í ár, fyllir minst. Samanborið við undanfarin ár, so var meira ljósagrátt í ár enn vanligt er og minni hvítt. Miðaltalið seinastu seks árini er nemliga 30% hvítt og 21% ljósagrátt. Um tað er gott ella ringt, má brúkarin sleppa at hava eina hugsan um. Vit hoyra javnan, at áhugi er ikki fyri tí hvíta, men her má ikki blandast við skinnini. Keyparin er ikki áhugaður í øllum teimum hvítu skinnunum sum eru, men tað er ikki júst sama galdandi fyri ullina. Skal ullin litast, sum summir framleiðarar gera, so skal hon vera hvít, so sostatt er einki í vegin fyri, at hvít ull kemur inn. At tað er meira ljósagrátt í ár enn vanligt, er kanska heldur ikki so galið, tí ljósagrátt plagar at vera ein vælumtóktur litur hjá brúkaranum.
Trýst á myndina og hon letur seg upp í nýggjum vindeyga
Tað sum eg persónliga haldi vera heldur keðiligt er, at flekkuti bunkin ikki minkar. Í sekkirnar við flekkuti ullini fer øll ull, sum annaðhvørt er ov flekkut ella ov ódefinerbar at deila upp í teir 5 høvuðslitirnar, ið eru hvítt, ljósagrátt, myrkagrátt, ljósamorreytt og myrkamorreytt (svart). Men í sætta bunkanum, tí flekkuta, endar eisini nógv av ullini, sum er roytt við maskinu. Orsøkin til hetta er, at tá roytt verður við maskinu, er tað ikki filingina, man leggur seg eftir at raka. Maskinan fer heilt inn til holdið, og tá kemur bæði nýggja ullin, ’gamla’ rótin og ’gamli’ broddurin við. Nýggja ullin er tó ofta myrkari enn tann gamla, og tá tey, sum standa við skiljibandið, standa við ull, sum er fyrst ein myrkur litur undir og ein ljósur litur yvir, ber ikki til at leggja hana í ljósa bunkan, hóast hon reelt átti at enda har. Hon kann heldur ikki fara í tann myrka bunkan, tí ov nógv ljóst er í, og so endar hon í flekkuta bunkanum. Eg kann ikki loyva mær at siga, at nakað er galið við flekkuta litinum, men tað, sum eg kann siga er harmiligt, er, at tess meira endar har, tess minni endar í teimum - hjá okkum - so serstøku litunum.

